Petur Sigurd Rasmussen var á liðnum, tá Føroyar spældu sín fyrsta hondbóltslandsdyst ímóti Íslandi í 1964. Føroyingar lógu á odda eftir fyrra halvleik.
Petur Sigurd var farin av 40, tá hann gavst í topphondbólti. Sum lærari fekk hann starv í Fuglafirði í 1958 og undirvísti í framhaldsdeildini. Har var hann uppi í ÍF.
Í 1961 kom hann til Havnar og varð skjótt varaskúlastjóri og leiðari fyri realdeildini í kommunuskúlanum.