Poul Michelsen stillaði upp til býráðsval í Havn í 1980 og tók við sum borgarstjóri 1. januar 1981. Hann sat tríggjar setur. Kommunan gjørdi stórar íløgur í eitt nú í vatnbrunn og reinsiverk í Villingardali og í Brennistøðina á Hjalla.
Arbeitt varð við at menna býin, sum hevði verið innilæstur, men nú hevði lagt saman við tí partinum av Tórshavnar Uttanbíggja Kommunu, sum fevndi um Hoyvík og Hvítanes. Nógv byggiøki fekst til vega við hesum átaki.