Poul Michelsen varð í 1984 valdur inn á ting fyri fólkaflokkin. Í fyrstu syftu sat hann á tingi til 1990, og kom so afturíaftur í 2002. Fyrstu árini arbeiddi hann eitt nú fyri sy broyta endurgjald úr statskassanum til heildarveiting.
Seinnu árini var hann eitt skifti formaður í stjórnarskipanarnevndini. Hann iðrar seg enn um, at semja ikki fekst í lag. Í 2011 fór Poul úr fólkaflokkinum og stovnaði Framsókn.