Reðin Leonsson er sørvingur. Sum smádrongur búði hann tvey ár í Mykinesi, har hann eisini gekk í skúla. Í Sørvági gekk hann í skúla hjá DD.
Foreldur hansara vóru løgtingsmaðurin Leon Joensen úr Sørvági og Helga f. Magnussen úr Vági. Í 1955 var Reðin í norðaru havn í Ravnsoynni sum kokkur hjá fýra grønlandsbátum.
Árið eftir var hann lempari við trolaranum "Høgafossi", og í 1957 fór hann til Íslands at rógva út í Ólafsvík. Báturin æt "Hrønn". Binni í Grøf við "Gullborgini" fekk sum vant mestu vekt hesa vertíðina, men menninir á "Hrønn" fingu mestu inntøkuna.