Reðin Leonsson fór í 1958 niður til Middelfart á fiskivinnuháskúla. Árið eftir fór hann við einum 20 tonsara úr Hirtshals á makrelveiðu í Skagerrak. Í Hirtshals tók hann setiskiparaprógv hjá einum tollara, sum hevði privatan skúla.
Í 1962 fór Reðin við ”Magnusi Heinasoni” til Ný Fundlands. Hetta summarið var hann formaður á seksæringinum ”Arnatindi” í Ravnsoynni og árið eftir á ”Disuni.”