Havnarmaðurin Simme hevur verið virkin í føroyskum tónleikalívi síðani 50ini. Hann lærdi seg at spæla orgul, guitar og klaver. Í mong ár spældi hann til dans ymsastaðni í Havn. Simme og tey komu eisini út á plátum, tá útvarpið var komið í 1957. Mamma Simma var Ninna hjá Sigmundi á Argjum, og pápin var Jógvan Jacobsen úr Sandavági. Hann lærdi til smið í Havn og fór at sigla sum maskinmeistari. Jógvan var burtur, tá Ninna og børnini fluttu heim úr Danmark í 1939. Jógvan kom heim í 1941. Tá var hann søktur tvær ferðir. Fyrru ferð við Chilean Reefer í Grønlandsfjørðinum.