Sjúrður Samuelsen hevur í 35 ár verið skipasýnismaður. Hann er útbúgvin handverkari á Tórshavnar Skipasmiðju. Tók seinni prógv sum maskinmeistari. Sigldi við føroyskum og grønlendskum skip-um. Var eitt skifti hjá SEV á Sundi, áðrenn hann fór á skipasýnið, haðani hann nú er pensjoneraður. Sjúrður hjá Mallu er uppvaksin við Landavegin í Havn. Har var gott lív hjá børnum: nógv dýr, leivdir frá bretum og bátar á Vestaru vág. Teir tóku ein grindabát og fiskaðu ein átta skins fisk upp. Røttu eigararnir vildu hava hvalin., men Gúnnu Jóannes segði nei.