Sjúrður er sonur Mallu Samuelsen, ættað av Kirkju, og Karl Samuelsen úr Horni í Havn. Tey hittust í Danmark og giftust í 1935. Malla fór heim, tá kríggið nærkaðist, men Karl sigldi úti, tá kríggið brast á. Hann slapp nokkso skjótt heim, Jatnagarði fyri at takka. Malla var nógv í Kvinnufelagnum og eisini forkvinna har. Fór til Danmarkar at taka skeið, so hon kundi læra ungar kvinnur húsarhald. Tá varð Sjúrður sendur til Árnafjarðar. Har fór hann í skúla. Var ofta í Fugloy hjá skyldfólkum. Á slíkum ferðum var hann inni í handlinum hjá Olafi í Stongunum í Klaksvík.