Skiparin á flakatrolaranum "Ennibergi" seinastu 20 árini, Sonny Johannesen í Havn, verður nýggjur gestur í Meg minnist.
Sonny fór til skips 14 ára gamal. Skúlaskipið var trolarin "Brandur Sigmundarson." Hann búði síni fyrstu ár í Skopun, men húskið flutti í 1956 til Havnar at búgva.
Mamman var Semona Jakobsen úr Skopun og pápin Andrias Johannesen úr Hvannasundi. Í Skopun luttóku børnini í arbeiðnum í bø og haga, men Sonna dámdi eisini væl niðri við sjógvin.
Í Havn var hann í haganum við teimum grønu skótunum og kríggjaðist sum hinir dreingirnir.