Sonny Johannesen var skipari á "Polarborg II" eini fimm ár. Tann nógva royndin var undir Føroyum, men fiskað varð eisini í Íslandi og eystanfyri.
Føroyaleiðin var nýggj hjá teimum føroysku trolarunum, og nógv nýtt varð roynt bæði við leiðum og fiskaløgum. Stundum við góðum úrslitum.
Í 1981 tók Sonny við sum skipari á "Rankanum" á Tvøroyri í sama fiskiskapi. Haðani fór hann í 1984 umborð á "Snodda" á Toftum.
Um hetta mundið varð eisini arbeitt við svartkjaftatrolaranum "Andriasi í Hvannasundi," sum varð bygdur í Noregi og kom í mars 1986.