Byrjanin við saltfiskatrolaranum "Antuut" var umleypandi. Roynt varð í Vesturgrønlandi, Eysturgrønlandi og Loynikrókinum. Har fekst ein brúkiligur túrur við flótitroli.
"Antuut" varð tikin og skiparin lagdur undir at hava fiskað ov nógv. Reiðaríið fekk eina millión krónur og skiparin 50.000 krónur í bót. Tvey ár seinni sleptu norðmenn málinum.
"Antuut" kom undir føroyskt flagg aftur við navninum "Ljósafelli." Í 1992 vóru so at siga ongi loyvi, men "Klovningur" fekk nýtiligan fiskiskap á Hatton Banka og hagar fór "Ljósafelli."