Sonny Johannesen hevur ført flakatrolaran Enniberg síðani 1996. Hesi árini hevur verið roynt víða um úr canadisku landleiðini, um grønlendskan sjógv og Irmingarhavið til norskar og russiskar leiðir eysturi í Barentshavinum. Mest hevur verið roynt eystanfyri, og fiskiskapurin hevur yvirhøvur verið góður har. Sonny hevur havt sínar trupulleikar av norska fiskiveiðieftirlitinum, sum hann heldur vera í so meinfýsið. Fiskiskapurin í Barentshavinum hevur allar dagar verið upp og niður. Sonny heldur, at kanska er eitt slakt tíðarskeið um at taka seg upp nú.