Súsanna Danielsen var stjóri á løgtingsskrivstovuni, til hon legði frá sær í 2014. Hon er útbúgvin løgfrøðingur og starvaðist í landsstýrinum og á landsskúlafyrisitingini, áðrenn hon fekk stjórastarvið í løgtinginum. Í landsstýrinum var hon leiðari á lønardeildini, sum hevði við sáttmálar og samráðingar at gera. Súsanna gekk í bygdaskúlan á Velbastað og fór haðani í realskúla og studentaskúla í Hoydølum. Tey síðstu árini har vóru spennandi við mongum rembingum. Súsanna er dóttir Dánjal í Búðini á Velbastað og Helenu f. Jacobsen úr Gríms Kambansgøtu í Havn.