Miðvingurin Svend Aage Ellefsen verður næsti framsøgumaður í Meg minnist.
Hann hevur bæði verið løgtingsmaður og landsstýrismaður. Hann búr í Sandavági, hagar hann er gtiftur.
Svend Aage er uppvaksin saman við sjey systkjum. Pápin var Jóan Elias Ellefsen og mamman Sofía Højgaard úr Rituvík.
Sum børn vóru systkini nógv í Rituvík hjá ommuni og abbanum. Abbin Dánjal Petur var sonur fyrstu niðursetufólkini í Rituvík, Per og Nikolinu Højgaard.
Eftirnavnið Ellefsen er frá einum norskum presti í Jansagerði, sum ein forfaðir Svend Aage varð uppkallaður eftir.