Heystið 1956 var Svend Aage Ellefsen á sild við William Martin. Várið eftir varð farið á Suðurlandið. Á túrinum sleipaðu teir Grundick til Reykjavíkar við motorskaða.
Nú fóru teir á Vesturlandið eina tíð og endaðu á Norðlandinum. Fongurin var um 300 skippund. Svend Aage var við sama skipi, til hann í 1958 fór á preliminerskúla í Rønde í Jútlandi.
Har varð hann liðugur í 1960 og fór aftur til sjós. Hann var eitt nú við sørvágstrolaranum Tindhólmi, tá hann fekk ein kavbát í trolið í Barentshavinum. Í 1962 fór Svend Aage á studentaskeið í Høng á Sælandi.