Í 1964 fór Svend Aage Ellefsen nýgiftur til Keypmannahavnar at lesa. Konan Ásvør var við og arbeiddi í banka. Serligar umstøður gjørdu, at tey longu vóru aftur summarið eftir og skjótt bygdu í Sandavági.
Svend Aage var nú vikarur á Giljanesi í fleiri ár og valdur í kommununa í 1970. Í 1974 varð hann biðin til stjóra á flakavirkinum Snarfrost í Miðvági.
Svend Aage átti í skipum, og í 1980 var hann millum teirra, sum keyptu ein stóran franskan trolara, sum fekk navnið Giljanes. Hetta var fyrsta føroyska svartkjaftaskipið. Tað var ein spennandi roynd, men eisini trupul.