83 ára gamli Svenning Reinert hevur altíð búð í Norðradali. Hann er sonur Albert hjá gamla Corneliusi og Astrid úr Leynum, føddur jóladag 1935.
Garðarnir í Norðradali verða róptir Heimihagi og Útihagi. Fyrr vóru eini samanbygd hús í bygdini. Tey vórðu rópt Uppistova og Niðristova. Nú er bara navnið Uppistova eftir. Nýggjaru húsini hjá Heimihaga verða rópt Úti á Hædd. Traðarbrúk hava verið norðanfyri Gjónna.