Næstu sambondini hjá Norðradali vóru Sund, Kaldbak og Havnin. Í Havn var Dalavegurin, og í Kaldbaksbotni var Dalastøðin. Haðani varð farið í báti til handils í Kaldbak. Mjólkin varð reidd til Sunds og flutt til Havnar við mjólkarbátinum. Leningarlíkindini í Norðradali vóru torfør. Ein fiskileið hjá teimum var kortini Heinafelli, og teir dyrgdu framvið landi.
Eitt norskt víkingaskip kom illa fyri í kolturssundi. Svenning var við til at bjarga fólkinum.