83 ára gamli Tórbjørn Joensen í Kollafirði hevur altíð verið á sjónum. Hann byrjaði um 1950 sum messudrongur á Baki hjá Jákupi á Trøðni. Síðani á sild við Norðlýsinum og í 1954 ein túr eystanfyri við Stella Argus.
Tvey ár var Tórbjørn við íslendska Goðanesi, sum fiskaði væl. Tórbjørn var heima, tá Goðanes sigldi á Flesjarnar, og var við í bjargingini.