Tíðliga í sekstiárunum fór Tórbjørn Joensen við "Eiriki Jalli", men helt inntøkuna vera betur við norðmonnum og "Knut Grønnevet." Við íslandsbátinum "Ásgeir Kristian" var hann á vertíð og á sild.
Tað var hættislig sigling við dekslast. Í 70unum var Torbjørn við "Kallsevnunum" báðum á sild, við "Sólborg" á lodnu í Barentshavinum, við "Fríðborg" undir Føroyum og við "Hallarkletti" undir Føroyum og Íslandi.