Fólkið í Húsinum í Kollafirði er ættað úr Homrum. Langabbi Torbjørn Joensen, Teanjardus, og langabbabeiggin, Díðrikur, bygdu áfast hjá hvørøðrum í Húsagerðinum.
Abbin, Hús-Andrass, bygdi upp í somu lonir. Húsagerðið var burturav Sjóvargarði og Tinggarðinum. Pápabeiggin Martin bygdi niðri við Sjógv, og skyldmenn bygdu nú hvør eftir annan út eftir vegnum við kirkjuna. Pápin, Jógvan í Húsinum, var formaður í sóknarstýrinum, tá Kjartan Mohr kom á Kollafjørð við flótidokkini.