Tordur Niclasen á Eiði hevur fingist við mangt og hvat. Byrjaði sum sjómaður, verið pleygari og fyrsta mannliga sjúkraystir í Føroyum, løgtingsmaður og landsstýrismaður, leiðari á røktar- og ellisheimi og loksins ovasti fyri eldraøkinum í Eysturoynni.
Eisini starvast í Eysturgrønlandi fleiri skifti. Tordur er vágamaður, sonur Heina Martin Niclasen úr Sørvági og Valborg Thomassen úr Sandavági.
Heina Martin plagdi at lýsa við, at hann var Føroya næstelsti barberur. Barna- og ungdómsárini í Vágum vóru hendingarík. Skúlárini vóru góð, um enn disciplinin setti síni krøv.