Rakistovan hjá Heina Martini var sum eitt annað undirhús í Sørvági. Har komu fólk at tosa um dagsins mál. Korini vóru mangan smá, men spennandi var at telja pengarnar upp upp undir høgtíðir.
Heina Martin ferðaðist um landið sum agentur fyri ymsum vørum, og eina tíð umboðaði hann norskar sildartunnur í Føroyum. Tá stóð stundum væl til. Hann hevði fyrsta stálband í Sørvági.