Tordur Niclasen fekk nógvar avbjóðingar á heilsumiðstøðini í Kummiut. Hann og familjan fingu tveir hundahvølpar frá kommununi. Tá tey fóru heimaftur, áttu tey 24 hundar. Teir vóru alneyðugir til stuttleika- og veiðuferðir á ísinum.
Tordur lærdi ongantíð at koyra hundalestu, men synirnir bjargaðu mongum fongi. Tordur hevði ikki tikið móti barni fyrr, men tað noyddist hann í Kummiut. Tað gekk við góðari hjálp frá einum tolki.
Tordur Niclasen og hansara fullu væl til í Kummiut. Í hesi seinastu sendingini sigur hann frá hendingum á veiðiferðum og lívinum í Kummiut annars.