Sum smádrongur var Tummas nógv í Kaldbak og á Signabø. Pápin sigldi við trolaranum "Tróndi í Gøtu". Mamman leitaði mangan til heimbygdina Kaldbak, tá maðurin var burtur.
Seinni ferðaðist Tummas nógv á Signabø, har mamman hevði eina systir. Sum stórur drongur lá hann eitt skifti tveir mánaðir á sjúkhúsinum í Klaksvík. Eftir skúlan fór hann at arbeiða á Fiskavirkinum í Syðrugøtu.
Sín fyrsta rættiliga túr til skips var hann í 1957 við skonnartini "Herthu", sum Martin í Grund førdi. Teir vóru í bæði í Grønlandi og Ný Fundlandi og á sild.