Tummas Thomsen keypti ptartapening í Gøtu Samvinnufelag, sum bygdi nýtt nótaskip "Jupiter" á Skála skipasmiðju.. Var við frá fyrsta degi í 1972. Roynt varð við Hetland, í Skagerrakinum og aðrastaðni í Norðsjónum. Ongar forðingar vóru.
Í 1973 var mansparturin heilar 100.000 krónur. Alt broyttist, tá fiskimørkini fóru út í 1977. "Finnur Fríði" varð bygdur um til ísfiskatrolara, og Jupiter varð riggaður til at trola eftir svartkjafti kring Føroyar og við Írland.