Vernar Olsen á Toftum verður nú í Meg minnist. Foreldrini vóru bæði av Toftum. Vernar var á yngri árum útróðrarmaður og fiskimaður. Fiskaði við ymsum skipum og róði út í Grønlandi.
Hann fór fyrstu ferð til skips í 1962, tá Mikkjal á Foss bað hann til messudrong við línubátinum Hans O. Højgaard. Teir gjørdu ein góðan saltfiskatúr í Grønlandi. Um veturin vóru teir í ísfiski.
Móti sumri í 1963 fór Vernar fyrstu ferð í norðaru havn í Ravnsoynni at rógva út. Báturin var "Havrenningur", sum svágurin Esmar Højgaard leigaði. Vernar var fleiri ár í Ravnsoynni.