Í 1964 fór Vernar Olsen aftur í Ravnsoynna við sváginum, Esmari Højgaard. Esmar hevði keypt sær ein bát, sum hann nevndi Julia eftir konuni, sum var kokkur.
Við í ferðini var eisini lítli sonur teirra Wenzel, sum ikki minst kontrollhjúnini vóru góð við. Í grannaskúrinum helt manningin á Havalduni úr Skopun til. Kokkur hjá teimum var stundum Jancy Hansen.
Um hetta mundið løgdu fleiri bátar um frá saltfiski til feskfisk. Vernar róði eisini út í 1965 og 1966. Í 1967 var hann meginpartin av árinum við línuskipinum Columbusi hjá D.P. Højgaard.