Mikukvøldið 15. januar vórðu árligu virðislønirnar til lista- og mentafólk 2019 handaðar í Sjónleikarhúsinum í Havn. Tað var Jenis av Rana, landsstýrismaður við mentamálum, sum handar. Vertur er Páll Danielsen.
Heiðursgáva landsins latin Simma Arge Jacobsen. Simme Arge Jacobsen fær Heiðursgávu landsins fyri at hava lagt grundarlag fyri øllum modernaðum populertónleiki í Føroyum eftir seinna heimsbardaga.
Mentanarvirðisløn Landsins latin Hanusi G. Johansen. Hanus G. Johansen fær Heiðursløn landsins fyri sítt meistarliga tónasmíð og tulkingar av føroyskum yrkingum.