Missiónshúsið Libanon

Missiónshúsið Libanon

By Missiónshúsið LibanonReligion & SpiritualityChristianity
Download on the App Store

Missiónshúsið Libanon episodes

  • Bíbilskir leiklutir hjá teimum kristnu; maður og kona, børn og foreldur, trælir og harrar

    Efesus 5, 22 - 6, 9.

    Kærleikin, sum maðurin skal vísa er av einum tílíkum slag, at tað eigur at verða óneyðugt hjá manninum nakrantíð at geva konu síni eini boð. Evangeliska mótboðið til "Konurnar skulu vera sínum egnu monnum undirgivnar" er ikki "Menn, valdi konur tykkara" men "Tit menn, elskið konur tykkara"!

    So er maðurin settur til at verða høvdið, og hevur hann fingið boðini, ikki at valda konu síni, men at elska hana, sum eru ráðini til at tryggja sær, at hon vil geva seg undir hann.

    --
    Agnar Falkvard Joensen talar.
    Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 17. septembur 2023.

    45 min
  • Leika í hjartanum fyri Harranum

    Ger ætlanir fyri tína tíð, tí um tú onki gert, verður tú leiddur.
    Ver í einum siðiligum, sonnum og gleðiligum felagsskapi.

    --
    Agnar Falkvard Joensen talar.
    Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 10. septembur 2023.

    44 min
  • Verðið tí eftirfylgjarar Guðs eins og elskað børn

    Livið í kærleika, livi sum børn ljósins.
    Hoyrið hvussu hin kristni skal verða eftirfylgjari Guðs og ongan lut hava í gerningum myrkursins, men heldur skal revsa/avdúka teir.

    --
    Agnar Falkvard Joensen talar.
    Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 3. septembur 2023.

    36 min
  • Víðgongda kristna lívsførslan

    Paulus eggjar teimum trúgvandi í Filippi til at liva, sum tað sømir seg gleðiboðskapinum.
    Tað inniber millum annað at í einleika stríðast fyri gleðiboðskapin, tað er ein náði at líða fyri gleðiboðskapin, at taka sær av hvør øðrum og lyfta hvønn annan upp og at arbeiða upp á frelsu okkara, so vit kunnu vera ljós í einum myrkum heimi. 
    Hetta megna vit ikki í okkum sjálvum, men Gud við sínum góða Heilaga Anda virkar tað í okkum.
    Fil. 1, 27 - 2, 30.

    --
    Bjarni Steintún talar.
    Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 18. juni 2023.

    44 min
  • Trúfesti móti gleðiboðskapinum

    Paulus upplivdi stóra mótgongd vegna gleðiboðskapin, men leinkjur hansara góvu teimum trúgvandi uppaftur størri dirvi til at tala Guds orð. Paulus sýnir filippimonnum, hvussu dýrabar trúgv okkara er, tá hann sigur: "Lívið er mær Kristus, og deyðin ein vinningur".
    - Filippibrævið 1, 1-26

    --
    Bjarni Steintún talar.
    Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 11. juni 2023.

    40 min
  • Í lítillæti, í kærleika vaksa andaliga

    Vit hoyra um tann stórfingna einleikan og kærleikan vit eru kallaði til, og um hvussu Guð hevur í samkomuni sett tænasturnar og givið náðigávur til kirkjuliðið.
    Teksturin hesa ferð er Efesus 4, 1-16.

    --
    Agnar Falkvard Joensen talar.
    Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 21. mai 2023.

    28 min
  • Offur og lýdni, umvending og fyrigeving, tilbiðjan og takksemi

    Offur fyllir nógv í gamla testamenti. Men Gud var ikki áhugaður í sjálvum ofrinum, men hjartanum hjá tí, sum ofrar.
    At venda við er sum eitt offur. Tað kennist svárt í løtuni, men tað lønar seg altíð í longdini. Somuleiðis við tilbiðjan og takksemi. Tað er ikki altíð lætt, men tað lønar seg.

    --
    Bjarni Steintún talar.
    Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 27. novembur 2023.

    40 min
  • Hvat ger Heilagi andin

    Sonni Jacobsen talar.
    Talan er partur av røð við evninum "Heilagi andin", har ymsir talarar taka ymiskar partar upp í hesum áhugaverda og spennandi evni.

    --
    Upptikið 12. februar 2023.

    30 min

About Missiónshúsið Libanon

From the publisher's feed

Missiónshúsið Libanon í Sørvági.