Black Birds er ein hin elsti virkni tónleikabólkurin í Føroyum. Bólkurin varð stovnaður í 1974 av tvíburðunum Árna og Marnar Andreasen saman við Óskar Eiriksson.
Skúlavinirnir, Ingvard Johannesen á guitar og Andreas Mouritsen á bass, vóru við tey fyrstu trý árini. Fleiri og skiftandi tónleikarar hava spælt við Black Birds ígjøgnum tíðirnar, men Johan Petur Andreasen, Heini Sivertsen og Ronni Nielsen hava verið við tey flestu árini.