Bólkurin varð stovnaður í 1974 av tvíburðunum Árna og Marnar Andreasen saman við Óskar Eiriksson. Afturat sær hava teir havt fleiri og skiftandi tónleikarar ígjøgnum tíðirnar, men Johan Petur Andreasen, Heini Sivertsen og Ronni Nielsen hava verið fastir limir í Black Birds tey flestu árini.
Karismatiski oddamaðurin og sangarin, Marnar Andreasen, andaðist tann 18. februar 2017, bert 57 ára gamal. Men hóast tað, hava svørtu fuglarnir ikki givið skarvin yvir, og bólkurin Black Birds spælir enn javnan til dans í Føroyum.