Eftir seinna heimsbardaga komu teir føroyingar heimaftur, sum vóru staddir í Danmark undir krígnum. Millum teirra var eitt nýtt og ungt ættarlið av listafólkum, sum av álvara hevði ment seg í útlegdini. Tey vóru full av góðum vónum - eldhugað og sinnað at virka fyri eini nýggjari framtíð. Sum frá leið vaks fram eitt listarligt umhvørvi í høvuðsstaðnum. Í sendingini hoyra vit um tey listafólk og teir persónar, ið myndaðu hetta umhvørvið í áratíggjunum eftir kríggið. Millum onnur Jack Kampmann, Bent Restorff, Janus Kamban og Mikines, sum gjørdu eina roynd at búseta seg aftur í Føroyum.