Tá lýsingar fyri sjónvarpssendingini 'Gift ved første blik' byrjaðu at síggjast, hvukku fólk við, tí har sæst, at ein av luttakarunum langar nevan í borðið í einari heitari løtu.
Hann, ið átti nevan, er Martin Brodersen, sum er harmur um, at hetta skuldi fylla so nógv í miðlamyndini. Kanska serliga tí hesin nevin ikki fer í borðið fyrr enn í sjeyndu sending. Tí fylti hetta heldur nógv í huganum hjá Martini í tíðini til henda sending var send.