- Tað sum motiverar meg mest við starvinum sum samskipari hjá Antidoping Føroyar, er upplýsing til føroyskar íðkarar um tær reglur, sum eru innan antidoping, tað sigur Pál V. Joensen, sum júst er byrjaður í starvinum.
Tað snýr seg um at vera sera varin, tá tú íðkar á høgum støði, tí nógvir dopingdómar koma av ósketni. Dømi eru um at ítróttarfólk taka okkurt kosttilskot, sum inniheldur okkurt, sum stendur á langa listanum við bannaðum evnum, ella at tey hava tikið onkran heilivág, sum ikki er loyvdur.