Góð 200 ár eftir at Nólsoyar Páll festi búgv á Biskupsstøð í Klaksvík, eru stóru bóndahús hansara endurreist. Nólsoyar Páll giftist við eini bóndadóttir úr Gerðum og við makaskifti fekk hann sjey marka garðín á Marknoyri.
Frammanundan hevði hann fingið stykkið á Biskupsstøð, sum hann bygdi á. Húsini vóru stór við neysti, hoyggjhúsi, kjøthjalli og opnum túni millum longdirnar. Í húsinum vóru roykstova, vevstova, køkur, glasstova og vatnhús.
Archibald Black, sum nú er bóndi á Biskupsstøð, hevur gingið á odda fyri at endurreisa garðin hjá Nólsoyar Pálli.