- Tað er sjálvandi við blandaðum kenslum, at eg fari, men nú er tíðin búgvin.
Ronnie Midjord, sum er 62 ár, byrjaði sum 16 ára gamal á Suðuroyar sjúkrahúsi, og seinasti 32 árini hevur hann verið stjóri.
Hann er vorðin kendur fyri at vera ein stjóri, sum hvønn dag ferðast millum starvsfólkini á gólvinum.
- Tað hevur týdning fyri meg at vita, hvat rørir seg millum fólk. Og eg kenni hetta staðið sum mín buksulumma, sigur Ronnie.
Tá hann verður spurdur, hvussu hann er sum stjóri, er hann skjótur at svara, at hann hevur stutt fjús: