- Eg var vitni til ein leik, sum var øðrvísi enn nakað, sum eg havi sæð í Føroyum. Og mær dámdi hann!
- Eg var skuffað. Heilt erligt bara skuffað!
Gulla Øregaard, sum hevur fylgt við føroyskum sjónleiki alt sítt lív, var stórliga hugtikin. Katrin Joensen-Næs, ið beint nú herjar fram sum filmsleikstjóri, var rætt og slætt vónsvikin.
Púra ymiskar vóru tær á máli um leikin "Portrettið" eftir Jóanes Nielsen, sum gongur fyri fullum húsum á Tjóðpallinum.
Kortini vóru tær samdar um, at leikaraavrikini vóru frálík.
Hoyr Gullu og Katrin meta um Portrettið.