Tvær rættiliga ymiskar bøkur, sum tó hava listina til felags, eru til umrøðu í hesi sendingini.
Eyðun Klakstein hevur givið út sína fyrstu skaldsøgu, eina krimiskaldsøgu við heitinum LIST, sum fyrigongur í listaumhvørvinum. Eyðun er gestur í Nón.
Og so tosa vit við Nils Ohrt, listfrøðing, sum hevur skrivað bók um tey trý listafólkini Ruth Smith, Sámal Joensen-Mikines og Ingálv av Reyni.
Vit enda sum vanligt við Høgnatáttinum, har Høgni Djurhuus fær sagt okkum eitt sindur um, hvat hann heldur um samfelagsstøðuna fyri tíðina.