- Nú hevur hon potentielt 100 milliónir lesarar.
Jóanes Nielsen er vorðin franskur, og tað letur upp fyri einum stórum lesaraskara, sum kann lesa um glansbílætasamlararnar í Nonnuskúlanum.
Hetta er ein av bókunum, sum Jóanes sjálvur er væl foreintur við. Hann gekk sjálvur í nonnuskúla og hugsaði ofta um, hvussu harða lagnu nakrir av dreingjunum fingu. Í bókini fylgir hann søguni hjá seks dreingjum.
Malan Marnersdóttir, bókmentafrøðingur, hevur verið brúgv millum tað franska og tað føroyska. Tað er Inés Jørgensen, sum hevur týtt til franskt.