Í dag eru 75 ár liðin, síðan Mentanargrunnur Føroya Løgtings, sum hann æt tá, varð stovnsettur, tann 6. mai 1945, á føðingardegi Jóannesar Paturssonar. Nú eitur grunnurin Mentanargrunnur Landsins, og endamálið er stuðla mentan og list, leikum og lærdum.
Nón bjóðar trimum forfólkum - Róa Patursson, Ingun í Skrivarastovu og Poul Guttessen, sum hava stjórnað Mentanargrunninum - á gátt til kransakøku og eitt prát um Mentanargrunnin, sum hevur virkað fyri føroyskari mentan síðan seinna kríggið. Vit spyrja millum annað, hví list skal stuðlast.