Prinsurin Tamino, prinsessan Pamina, fuglafangarin Papageno, fuglagentan Papagena, tey trý gátuføru børnini, Náttardrotningin, tær tríggjar damurnar, Monostatos, prestarnir og Høvuðspresturin í Vísdómstemplinum, Sarastro.
Øll hesi verða at síggja í barnaoperu, ið verður frumframførd á Tjóðpallinum 1. apríl.
Talan er um navnframu Gandafloytuna eftir Wolfgang Amadeus Mozart, sum vanliga er hálvan triðja tíma til longdar, men sum í hesi útgávuni er stytt niður í ein tíma.