Hvat eru kropsfatanistar?
Og hvussu vísir erotikkur seg í føroyskum skaldskapi?
Nú vit eru í viku "sex", viðgera vit í Nón millum annað kyn og kynslív í einum mentanarligum og samfelagsligum samanhangi.
Seinnu árini er ein altjóða rørsla byrjað, har fólk, sum eru eitt sindur hyldligari ella tjúkkri enn miðal, gera vart við, at tað eisini skal vera pláss fyri teimum.
Signhild Johannessen og Sunnva Mikkelsen, sum rópa seg kropsfatanistar, vitjaðu í útvarpsstovuni.