– Kanska er ein reyður tráður, at ein er vorðin eldri, heldur Rani.
Á fløguni eru lívgandi løtur, kærleiki til fosturlandið, onkrar nemandi persónssøgur, nakað um lívið, um at missa og enntá rokkut sjómanslív á Flemish Cap.
– Lívsins málningur fær fleiri litir, og man upplivir miss og mótgongd. So tá tú lendir á báðum beinum sum 60 ára gamal og gevur tína fyrstu solofløgu út, so hevur tú upplivað ymiskt, sum ger at lívið hevur fingið fleiri brigdi, enn tá tú vart ungur. Kanska tað hoyrist.