50 lívsreglur um eitt toluligt lív. Tað er høvuðstátturin í leikinum "Kynstrið at vera eydnusamur", sum setir sjøtul á leikárið 2020 á Tjóðpallinum.
Nón setir sjóneykuna á leikin.
Leikararnir Annfinnur Heinesen, sum eisini leikstjórnar, Gunnvá Zachariassen og Birita Adela Davidsen greiða frá leikinum og seta orð á, hvat eydna kann vera.
Listamaðurin Edvard Fuglø, sum hevur tilevnað alla pallmyndina úr endurnýtsluvørum, tosar um samspælið millum pall og leik.
Og Gulla Øregaard sigur okkum, hvussu hon upplivdi leikin.