Í ár eru 100 ár liðin síðani Walter Groupius stovnaði Bauhaus skúlan, sum eitt nú kollvelti fatanina av arkitekturi og sniðgeving.
Og fyrst í sendingini fara vit, saman við Alberti Isfeld, arkitekti, at hugleiða um eitt nú søgu og týdning.
Norðurlandahúsið er ein hin fremsti mentanarstovnurin í Føroyum. Og hvussu hevur nú árið hildnast í Norðurlandahúsinum? Vit hitta stjóran Gunn Hernes.
Vit hitta eisini Hanus Samró, sum er á gáttini við nýggjari bók, "Stríðið um proteinini ? og útflutningurin til Sovjet".