Tað er Róðrarfelagið, Tvørabáturin, í Keypmannahavn, ið varðar av tiltakinum.
Ein eldsál í felagnum er hoyvíkingurin, Edmund S. Jacobsen.
Hann vísir á, at hóast róðurin er í miðdeplinum, er eisini mangt annað á skránni henda dagin. Eittnú gudstænasta, felagssangur, føroyskur dansur og tónleikaframførslur.
Lagt er upp til ein drúgvan og fjlølbroyttan dag í Nordhavnini, har føroyingar úr øllum Danmark koma saman.