Mikukvøldið sleppa føroyingar at hoyra um forvitnisligu dagbókina "Fjallafólk á flatlendi", ið Katrin D. Apol hevur latið úr hendi. Langomman, Sanna Apol (f. Reinert) úr Norðradali flutti í 1920 nýgift til Hollands saman við hollendska manni sínum. Sanna fall ongantíð til í Hollandi, men kendi seg fjøtraða í leiklutinum sum "Fjallafólk á flatlendi". Í dagbók síni skrivar hon um sítt tvílyndi, sum í stóran mun snýr seg um stríðið millum náttúru og mentan bæði á persónligum og samfelagsligum stigi.