Indoeuropeiska málfamiljan er evnið í sendingini, har Bjarni Steintún frá Føroyamálsdeildini á Setrinum er gestur. Øll europeisk mál hoyra til indoeuropeisku málfamiljuna við undantaki av baskiskum, ið er eitt sjálvstøðugt mál, og so finskum, sámiskum, estiskum og ungarskum, ið hoyra til finsk-ugrisku málfamiljuna. Tey iransku málini, serliga persiskt, og mál, ið eru skild við persiskt, eitt nú nøkur indisk mál, eru eisini partur av indoeuropeisku málfamiljuni.