
Sign up to save your podcasts
Or


Ræðist tú alt, sum hevur við pengar, brævbjálvar og bankar at gera? Pengapoddurin hesa ferð snýr seg um pengar og kenslur. Lær teg at stýra tíni pengaræðslu og fá betri tamarhald á tíni fíggjarstøðu. Við í poddinum eru: Kaja Joensen, Birna í Hjøllum Hentze og Arni Zachariassen.
Tað er nógv at halda skil á, tá tú skalt byggja eini hús. Hvussu skal húsið síggja út? Hvussu skal tað fíggjast? Í hesum poddinum tosa vit við arkitekt, bankaráðgeva og eitt par, sum hevur bygt síni egnu hús.
Birgith Lassen
Gestir:
Eyðun Eliasen, arkitektur
Tomma S. Petersen, kundaráðgevi í Betri Banka
Bogi Jørgensen og Sissal Jørgensen, húsaeigarar
Hvussu kunnu pengar ávirka parløg? Hvussu sleppa vit undan, at teir skapa trupulleikar í parlagnum? Í hesum partinum tosa vit við parterapeut um pengar og parlag.
At keypa bústað er ein av størstu íløgunum í lívinum. Tí er nógv at seta seg inn í. Nær er rætta løtan? Hvat er ein góð byrjan? Hvussu fái eg skil fyri fígging? Í hesum partinum royni eg at fáa svar upp á hesar spurningar.
Vit kenna øll hesi impulskeypini, tá vit standa í handilinum. Er nakar máti at skipa innkeypið øðrvísi? Kann tað gera, at vit spara meira upp til okkara dreymahús, ferðir ella annað, sum vit ynskja okkum?
Eg verði pensjónist um 38 ár. Er tað neyðugt at hugsa um mína pensjón nú? Hvussu geri eg? Og kann eg taka onkra avgerð, sum kann blíva avgerandi fyri, um eg eigi meira í pensjón á gamalsaldri?
Í løtuni fær mann í besta føri lítla ella onga rentu við at hava pengarnar standandi á eini innlánskontu. Hvussu fær mann pengarnar at vaksa? Og nær er skilagott at gera íløgur í virðisbrøv?
Hvørjar pengatýpur eru til og er tað møguligt at broyta sína atferð, so mann dugir betur við pengum?
Vertur:
From the publisher's feed